Fenerbahçe Spor Kulübü ella FB er eitt ítróttarfelag og fótbóltsfelag úr Istanbul í Turkalandi. Felagið varð stovnað í 1907 og er tað mest vinnandi fótbóltsfelagið í Turkalandi við 18 turkiskum meistaraheitum. Felagið hevur eisini luttikið í evropeiskum fótbólti og hevur í hesum sambandi spælt móti føroyska B36 í Champions League undankappingini í 2006-07. Fenerbahçe vann báðir dystirnir móti B36 og kom víðari, men taptu í 3. rundu móti Dinamo Kiev. Í UEFA Champions League 2007-08 komu teir víðari og komu til kvartfinaluna, sum teir spældu móti enska felagnum Chelsea FC, teir vunnu heimadystin 2-1, men taptu á útivølli 2-0.
Stadion hjá teimum, Fenerbahçe Şükrü Saracoğlu Stadyumu, liggur í býarpartinum Kadıköy, sum liggur í asiatiska partinum av Istanbul og er tað mest nýmótans fótbóltsstadion'ið í Turkalandi. Tvey onnur feløg, ið kappast móti Fenerbahçe eru Beşiktaş og Galatasaray.