Lars Løkke Rasmussen (føddur 15. mai1964 í Vejle) er ein danskur politikari, ið síðan 28. juni 2015 til 27. juni 2019 hevur verið forsætisráðharri Danmarkar. Hann var eisini forsætisráðharri frá 5. apríl2009 til 3. oktober2011. Síðan 17. mai 2009 hevur hann verið formaður fyri flokkin Venstre.
Lars Løkke Rasmussen varð føddur í Vejle, hann er sonur Jeppe Løkke Rasmussen og Lise Løkke Rasmussen. Familjan Løkke Rasmussen flutti til Græsted í 1971. Hann gjørdist studentur frá Helsinge Gymnasium í 1983 og cand.jur. frá Københavns Universitet í 1992. Frá 1990 til 1995 starvaðist hann sum sjálvstøðugur konsulentur.